Organic Socks of Sweden var stovnað í 2016, við tí ætlan at gera heimin eitt lítið sindur betri, við rættvíst framleiddum, hágósku sokkum. Sokkarnir vera sniðgivnir í Svøríki, framleiddir í India og seldir um allan heim!

Øll framleiðslan, frá bummull til lidnar sokkar, er í samsvar við GOTS (Global Organic Textile Standards). Tað vil siga, at bummullin er vistfrøðilig, og sokkarnir vera somuleiðis framleiddir uttan eitrandi evnir. Og týdningarmiklast av øllum – alt er gjørt uttan barnaarbeiði og uttan at skaða umhvørvið!

Tað byrjaði alt við einum drongi í Faisalabad, Pakistan, ið gjørdist hugtikin av farvunum í teimum fleiri 1.000 klædna verksmiðunum í býnum. Hann fór at lesa klædna verkfrøði og flutti seinni Svøríkis, at lesa víðari innan klædna virðis ketuna á universitetinum í Borås, og har kom hugskotið um Organic Socks of Sweden.

Umframt at bummullin er vistfrøðilig, er framleiðslan umhvørvisvinarlig, og heilsan og umstøðurnar hjá arbeiðarunum verður sett í hásæti.

Fyri hvørt par sum verður selt av Organic Socks of Sweden, verður eitt prosent av søluni latin til at betra viðurskiftini hjá fátøkum familjum og útbúgving hjá gentum í Pakistanskum bygdum.

Leave a Reply